Lívið er fult av ljóði frá náttúruni, børnum, vinum, fundum, arbeiði, ferðslu, tónleiki ... men fært tú alt við? Ella er okkurt, sum tú missir í gerandisdegnum, og sum tú og tíni avvarandi harmast um?
Ynskir tú at sleppa at hoyra lívið og fáa alt við?
Við nýggju tænastuni HOYR lívið hava vit gjørt tað lætt og yvirkomiligt hjá tær. Fyri eitt fast, lágt mánaðargjald fært tú nú bæði hoyritól, trygging, garanti, viðlíkahald og køna vegleiðing, umframt góðar avsláttir í Hoyrnini. HOYR lívið fæst í fýra prísbólkum úr 125 krónur um mánaðin.
HOYR lívið fæst í fýra ymiskum prísbólkum, alt eftir hvat slag av hoyritólum tú velur og sum hóska best til tín tørv.
Ókeypis turkiboks
Við keyp av eini HOYR lívið avtalu fært tú eina ókeypis PerfectDry turkiboks til tíni hoyritól
Virði 599,-
TÆNASTUPAKKIN
Tænastupakkin er við í HOYR, HOYR væl, HOYR betur og HOYR best avtalunum og gevur tær allar tær tænastur og ágóðar, tær tørvar, so tú trygt og lætt kanst njóta ein gerandisdag fullan av ljóði.
49 kr/mð
Avtalan verður endurnýggjað sjálvvirkandi 3. hvønn mánað. Kann keypast í samband við keyp av nýggjum hoyritólum ella sum tilkeyp til hoyritól frá Hoyrnini, sum ikki eru eldri enn 3 ár.
FAST LÁGT MÁNAÐARGJALD
Kontant kostar Tænastupakkin 1.995 kr og er galdandi í fýra ár frá keypsdato. Kann bara keypast í samband við keyp av nýggjum hoyritólum.
HOYR lívið tænastupakkin inniheldur:
Víðkað trygging uttan sjálvsábyrgd
Við HOYR lívið sleppur tú undan sjálvsábyrgdini, skuldi tað hent, at tú missir hoyri tólini burtur, ella tey fáa óbøtandi skaða.
Lánitól í sambandi við umvæling
Skulu hoyritólini hjá tær umvælast, kanst tú fáa hoyritól til láns, so tú framvegis hoyrir, meðan tíni verða umvæld. Vit kunnu ikki lovað, at látitólini eru sama slag sum tíni egnu, men hetta er trygd fyri, at tú ikki gongur við ongum hoyritólum, meðan tú bíðar. Tað kann henda, at tú noyðist at bíða, um lánitók ikki eru tøk í Hoyrnini.
Garanti fyri hoyrimiss
Hvat hendir, um hoyrnin hjá tær verður munandi verri? Við HOYR lívið fært tú trygd fyri, at tú hoyrir. Garanti fyri hoyrimiss merkir, at broytist hoyrnin hjá tær munandi í 4ára skeiðnum, kanst tú fáa nýggj hoyritól, ið passa akkurát til tína broyttu hoyrn. Sjálvandi treytað av meting og váttan frá oyrnalækna.
10% avsláttur av tilhoyri til hoyritól og heimið
10% avsláttur av tínum næstu hoyritólum
Ókeypis slangur og filtur
Treingja hoyritólini hjá tær at verða reinsað? Við HOYR lívið fært tú um neyðugt nýggjar slangur og filtur í sambandi við stilling.
Árlig eftirmeting av hoyrnini
Fjarstilling av hoyritólum
Tøknilig vegleiðing
Kom inn og hoyr meira
Fyrsta stigið til ein gerandisdag við eini betri hoyrn er ein ókeypis hoyriroynd. Vit eru altíð til reiðar við kønari vegleiðing um møguleikar og røttu loysnina til tín.