Hvat er Tinnitus?
Tinnitus er ljóð, sum hoyrist uttan nakra ljóðkeldu, t.d. ein tóni,
sús ella murr. Ljóðið kann vera støðugt ella koma og fara. Tinnitus er ikki vandamikið, men kann vera ógvuliga órógvandi hjá summum.
Hvør hevur tinnitus?
Meginparturin av teimum, ið hava tinnitus,
hava lítlan ampa av tí.

Kann tinnitus viðgerðast?
Hóast tað ikki er ein grøðandi viðgerð, so ber til at minka ampan og læra at liva við tinnitus. Ofta hjálpir tað at fáa vitan um, hvat tinnitus er og hví summi fáa tinnitus. Við kunning og ráðgeving hjálpa vit tær at arbeiða fyri einum betri lívi við tinnitus. Tað er tó neyðugt, at tú ynskir at arbeiða við tí.
Ofta hongur tinnitus saman við skerdari hoyrn og fyrsta stigið
er tí at kanna hoyrnina og royna hoyritól, um hoyrnin er skerd. Tað ber eisini til at royna ljóð terapi við hoyritólunum.
Spyr um hjálp
Vilt tú vita meira um tinnitus og teir viðgerðarhættir, ið vit bjóða?
Ring ella skriva
Telefon: 321 731
hoyrnin@hoyrnin.fo
