Skjótari og lættari enn nakrantíð
Hoyrnin hevur fasta avtalu við egnan oyrnalækna og vit avgreiða alt fyri teg. Tí nýtist tær ikki longur at fara til kommunulækna ella oyrnalækna fyri at fáa rætt til alment ískoyti til tíni nýggju hoyritól.

Soleiðis fært tú rullandi hoyriklinikkina heim til tín
1. Bílegging
Ring á telefon 321 731 ella fyll út hendan formin
2. Áðrenn vitjan
Vit ringja til tín, ella ein av tínum avvarandi og kunna teg um, hvussu heimavitjanin fer fram, áðrenn vit avtala eina tíð. Vit mæla til, at tú hevur onkran avvarandi hjá tær, tá ið vit koma, soleiðis at tit eru fleiri, sum hoyra og minnast tað, ið verður sagt.
3. Vitjanin
Hoyrnin kemur heim til tín. Vit kanna fyrst oyruni og gera síðani eina hoyriroynd.
Vit tosa saman um úrslitið av hoyriroyndini og um hvørjar avbóðingar, tú hevur við hoyrninin í tínum gerandisdegi. Síðani finna vit tey hoyritólini, ið tú skalt royna og stilla tey til tína hoyrn. Um tú hevur brúk fyri tilhoyri, eitt nú sjónvarpsstroyming, verður hetta eisini sett til heima hjá tær.
Tá ið vit fara avstað aftur, ert tú ílatin at uppliva hoyrnina við nýggjum hoyritólum.
4. Aftaná vitjanina
Um tú hevur brúk fyri, at vit stilla hoyritólini, bjóða vit tær møguleikan fyri eini heimavitjan afturat. Hevur tú brúk fyri meira hjálp eftir hetta, kanst tú bíleggja tíð hjá Hoyrnini ella gjalda fyri nýggja heimavitjan.
Vit gleða okkum at hjálpa tær til eina betri hoyrn.

