Spurningar og svar | Hoyrnin
top of page

Spurningar og svar

Niðanfyri finnur tú svar upp á mest vanligu spurningarnar um hoyrn, hoyritól, hoyriroyndir, alment ískoyti og annað. Finnur tú ikki svarið, ert tú vælkomin at ringja 321 731 ella senda ein fyrispurning

Er tað bíðitíð eftir at fáa hoyritól?

Bíðitíðin eftir hoyritólum frá Hoyrnini er úr einum upp í í mesta lagi 14 dagar.

Kann eg fáa somu hoyritól hjá Hoyrnini, sum hjá tí almenna?

Um tú ynskir at keypa bíligastu hoyritólini, við lægsta egingjaldinum á 2000 kr. pr. tól, fáast hesi bæði hjá tí almennu og privatu skipanini.


Ynskir tú eitt breiðari úrval og fleiri valmøgugleikar, hevur Hoyrnin eitt stórt úrval av hágóðskutólum við nýggjastu tøkni í øllum prísflokkum

Hvør er munurin á almennu og privatu skipanini?

Høvuðsmunurin er, at úrvalið av hoyritólum hjá almennu skipanini er avmarkað til bíligastu og ikki nýggjastu modell, meðan privata skipanin bjóðar eitt breitt úrval av teimum nýggjastu hoyritólunum og útgerð í øllum prísflokkum, har kundin sjálvur velur, hvørji tól hóska best og hvussu nógv hann vil gjalda í egingjaldi. 

Les meira her >

Kostar tað nakað at fáa eina hoyriroynd?

Nei, hjá Hoyrnini fært tú ókeypis hoyriroynd og vegleiðing.

Skal eg bíleggja tíð frammanundan?

Ja, tað er neyðugt at bíleggja frammanundan, so vit kunnu seta neyðugu tíðina av til hoyriroyndina og at geva tær holla vegleiðing. 
Bílegg tíð her >

Er møguligt at royna hoyritólini, áðrenn eg taki avgerð um at keypa?

Ja, Hoyrnin bjóðar tær møguleikan at royna nýggjastu hoyritól ókeypis og óbindandi í 14 dagar. Kom inn og hoyr meira.

Hvussu stórt er almenna ísktoytið til hoyritól?

Eftir ávísing frá oyrnalækna kanst tú fáa alment ískoyti á 4.000 krónur fyri hvørt hoyritól. Ískoytið kann brúkast til keyp av hoyritólum frá tí almenna ella privata
Ískoytið verður latið 4. hvørt ár.

Kunnu øll fáa alment ískoyti til hoyritól?

Øll, sum eru eldri enn 18 ár og hava ein staðfestan hoyrimiss, hava rætt til alment ískoyti. Fyri at brúka almenna ískoytið til keyp av hoyritólum krevst ein ávísing frá oyrnalækna.

Hvussu long tíð skal ganga, áðrenn eg kann fáa nýtt ískoyti?

Hevur tú hoyritól frammanundan, óansæð um tey eru keypt í almennari ella privatari hoyriklinikk, hevur tú rætt til nýtt ískoyti 4. hvørt ár.

Kann eg gjalda fyri hoyritólini í smáum?

Ja, Hoyrnin bjóðar eina rentufría avdráttarskipan, soleiðis at tað er lætt og yvirkomuligt at keypa júst ta røttu og bestu loysnina til tína hoyrn og tín tørv.


Les meira um HOYR lívið her >

Hvat hendir, um eg missi hoyritólini burtur?

Við HOYR lívið tænastupakkanum fylgir ein víðkað trygging uttan sjálvsábyrgd, soleiðis at tú fært nýggj hoyritól um tú missir tey burtur ella tey fáa óbøtiligan skaða.

Les meira um HOYR lívið her >

Hvussu kann eg hoyra, meðan míni hoyritól verða umvæld?

Við HOYR lívið tænastupakkanum hevur tú rætt til lánitól, um tíni hoyritól skulu sendast til umvælingar.


Les meira um HOYR lívið her >

Hvussu langt garanti eru upp á hoyritólini?

Øll hoyritól frá Hoyrnini hava 4 ára garanti.

Kann eg stroyma ljóð til míni hoyritól?

Tú kanst stroyma telefonsamrøður, ljóðbøkur og tónleik beinleiðis til tíni hoyritól frá tíni snildfon, um tíni tól hava innbygda Blutooth tøkni.

Hvussu ofta skulu hoyritólini reinsast?

Tað er ymiskt frá fólki til fólk, hvussu ofta hoyritólini mugu reinsast. Tí er tað ein góður vani, javnan at hyggja eftir hoyritólunum og reinsa tey, um tey eru skitin.

Hvussu ofta skal eg skifta battarí?

Battaríini halda vanliga í 3-5 dagar, alt eftir stødd á battarínum og um hoyritólini verða nýtt í nógvum larmi.
Um tú vilt sleppa undan at skifta battarí, hava vit eisini hoyritól, sum kunnu løðast, meðan tú svervur.

Hvar fái eg battarí?

Tú kanst keypa battarí í Hoyrnini

Fáast hoyritól, sum kunnu løðast?

Tøknin mennist skjótt og tey flestu av teimum nýggjastu hoyritólunum kunnu nú løðast, so tú sleppur undan at hugsa um at keypa og skifta battarí.

Fanst tú ikki svarið? Ring 321 731 ella send ein fyrispurning

bottom of page