Hoyrnin skipar fyri spennandi tiltaki um demens og hoyrimiss hósdagin 29. september. Á skránni verða aktuellir fyrilestar um nýggjastu vitan um hoyrimiss og demens við Jesper Hvass Schmidt, yvirlækna, og Jobbe Pilgaard, fyrilestrahaldara og høvunda av bókini "DEMENS – Husk øjeblikke i solen".
Hvar: Smæran
Nær: 29. september kl. 18:30
Hvør: Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga væl komin
Hoyrnin bjóðar okkur gott til góman. Í sambandi við tiltakið verður møguligt at bíleggja tíð til ókeypis hoyriroynd og at gerast royndarbrúkari av nýggjastu hoyritólunum.
Demens og hoyrimissur – er nakar samanhangur?
við Jesper Hvass Schmidt
Hvønn týdning hevur hoyrnin fyri, hvussu heilin virkar og fatar og fyri okkara samskifti við onnur? Fyrilesturin snýr seg um gransking innan demens og hoyrimiss við høvuðsdenti á hoyrimiss og hvussu vit betur kunnu skilja samanhangin.
Jesper Hvass Schmidt er granskari og yvirælkni í oyra-nøs-hálssjúkum og serfrøðingur í medisinskari audiologi á Odense Universitetssjúkrahúsi.
Vit hoyra við heilanum - og nýggjasta tøknin frá Oticon
við Lars Wilcken Gertsen frá Oticon Danmark
Tá ið familjan verður rakt av demensi
við Jobbe Pilgaard
Í 2016 fekk mamma Jobbe Pilgaard staðfest Alzheimers, bara 55 ára gomul. Fyri Jobbe gjørdist hetta ikki bara byrjanin til eina lívskreppu, men eisini byrjanin til eina týdningarmikla menningarferð. Í myrkrinum lærdi Jobbe, at hann sjálvur mátti taka ábyrgd av, at skapa minniligar løtur saman við mammuni, áðrenn tað gjørdist ov seint ...
Í fyrilestrinum sigur Jobbe frá rørandi og absurdum søgum um at vera avvarandi hjá einum persóni við demens. Og um allar royndirnar ein fær av at verða raktur av eini kreppu. Fyrilesturin er ein lívsjáttandi frásøgn um at koma ígjøgnum truplar tíðir, umframt ein áminning um, at tað týdningarmesta í lívinum er, at vit hava onkran at vera góður við.