top of page

Her fært tú allar fyrimunirnar

Vit vilja gera tað lætt hjá tær at brúka hoyritól og at velja tey bestu hoyritólini. Hjá okkum ert tú í góðum hondum og fært allar fyrimunirnar við eini privatari hoyriklinikk.

Frítt val

Hjá okkum er tað upp til tín, hvørji hoyritól tú keypir við almenna ískoytinum

Somu prísir

Hoyrnin hevur somu lágprístól fyri júst sama prís sum almenna skipanin. Restin er upp til tín

Rinda í smáum

Keyp hoyritól rentufrítt við HOYR lívið avtaluni. Prísir úr 333 kr. um mánaðin

Einki óvæntað

Alt er íroknað prísin. Garanti, trygging, eftirlit og viðlíkahaldslutir

Tænastupakki

Víðkað garanti, eftirlit, umvæling ella umbýti

Trygging uttan sjálvsábyrgd

Skuldi tað hent, at tú missir hoyritólini burtur, ella tey fáa óbøtandi skaða

Fremstu serfrøðingar

Fá ráðgeving frá landsins fremstu og royndastu audiologum

Kring landið

Hoyrnin hevur fasta viðtalu kring alt landið.
Les meira

Vilt tú vita meira um, hvussu tú kanst fáa hjálp til ein betri gerandisdag?

Soleiðis gert tú

Vit vilja, at tað skal vera skjótt og lætt hjá tær at fáa hjálp til eina betri hoyrn

1 - Bílegg tíð

Ring 321 731 ella skriva til hoyrnin@hoyrnin.fo og bið um tíð til eina ókeypis hoyriroynd

2 - Kom inn

Vit kanna tína hoyrn og meta um, hvørji hjálp tú hevur brúk fyri. Saman finna vit eina loysn sum passar júst til tín

3 - Hoyr meira

Vit stilla nýggju hoyritólini til tína hoyrn og tú sleppur at royna tey ókeypis og óbindandi í 14 dagar

Ivast tú í nøkrum?

bottom of page