Roknast kann við, at 10. hvørt starvsfólk, svarandi til umleið 2.800 føroysk starvsfólk, hevur so stórar trupulleikar við hoyrnini, at tað er trupult at vera við í samrøðum millum fleiri enn tvey fólk. Avleiðingarnar av hesum kunnu vera vaksandi frustratiónir, strongd og at fólk halda seg burtur frá felagsskapinum og harvið kenna seg einsamøll, avskorin og hava verri lívsgóðsku.
Kennir tú teg aftur í hesum? Merkir tú, at tað kann vera trupult at fáa alt við á arbeiðsplássinum? Ella hevur tú starvsfólk, sum hava avbjóðingar við hoyrnini, sum tú kundi hugsað tær at hjálpt? Týsdagin 21. novembur verður alment tiltak í Perluni fyri einstaklingum og arbeiðsgevarum um hoyrn á arbeiðsplássinum.
Hesin trupulleikin rakar ikki bara einstaklingin og felagsskapin, men hevur eisini fíggjarligar avleiðingar fyri arbeiðspláss og almenna búskapin. Danskar útrokningar vísa, at hoyritrupulleikar millum 50-65 ára gomul kosta landinum upp í 2,7 milliardir kr. um árið í mistari framleiðslu. Umroknað til føroysk tøl svarar tað kanska til 20-30 milliónir kr. um árið. Harafturat koma øktar útreiðslur til fyritíðarpensjón og eftirløn.
Á almenna tiltakinum kunnu einstaklingar og arbeiðsgevarar fáa vitan um, hvussu stóran týdning hoyrnin hevur fyri trivnað og arbeiðsføri og hvussu arbeiðsgevarar kunnu hjálpa starvsfólki við skerdari hoyrn til ein góðan gerandisdag.
Á tiltakinum fer Laura Velander, ið dagliga ráðgevur fólki um hoyrn á arbeiðsplássum, at greiða frá nýggjastu vitan og hvørjir møguleikar eru fyri at trívast og vera virkin leingi hóast avbjóðingar við hoyrnini.
Eisini fara tveir kendir føroyskir leiðarar at greiða frá teirra avbjóðingum og royndum á arbeiðsmarknaðinum hóast skerda hoyrn. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í altjóða alifyritøkuni MOWI, hevði ikki megnað sítt krevjandi starv uttan hoyritól. Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, fer at siga frá hansara avbjóðingum við hoyrnini umframt at hann fer at greiða frá samstarvinum millum Starvsfelagið og LÍV um eina trygging, sum gevur limum ískoyti til hoyritól.
Harumframt verður høvi at hoyra um allarnýggjastu tøknina frá Signia.
Fakta um hoyrimiss á arbeiðsplássum
10. hvørt starvsfólk hevur trupulleikar við hoyrnini. Hetta svarar til umleið 2.800 føroyingar (um vit samanbera við donsk tøl)
Hoyrimissur er ein forðing í gerandisdegnum, millum annað tí tað er eitt fjalt "brek"
Fólk við hoyrimissi fáa minni stuðul frá arbeiðsgevara enn tey sum hoyra vanligt
Nógv av teimum við hoyrimissi fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum. Eisini uttan at vita, at hoyrimissurin er osøkin til, at tey ikki longur megna arbeiðið
Fólk við hoyrimissi eru verri nøgd við arbeiðumstøðurnar og leiðsluna enn onnur
Fólk við hoyrimissi og arbeiðsgevarar kenna ov lítið til møguleikar fyri tøkniligari og sosialari hjálp og ráðgeving
Tað kostar samfelagnum, at fólk í virkisførum aldri, ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Við røttu hjálpini kunnu fleiri fólk koma aftur til arbeiðis
Vit eru øll potentiellir hoyritólsbrúkarar, eftirsum hoyrnin hjá teimum flestu við tíðini versnar vegna aldur ella larm. Tí er tað viðkomandi hjá øllum arbeiðsplássum, at hugsa um hoyrnina
Kelda: https://hoereforeningen.dk/hjaelp-til-dig/erhvervsaktive/fakta/