Fá oyruni í maskinuna


Tá ið vit hugsa um trivnað, starvsfólkarøkt og heilsupolitikk á arbeiðsplássum, gloyma vit ofta hvussu stóran týdning hoyrnin hevur fyri okkara arbeiðslív. Ein kanning hjá International Journal of Audiology vísir, at starvsfólk við hoyrimissi eru í fimm ferðir so stórum vanda fyri álvarsamari strongd, ið kann føra til sjúkramelding.

Hóast hetta dragast nógv starvsfólk við vánaliga hoyrn uttan at leita sær hjálp. Og tað ávirkar ikki bara heilsustøðuna og arbeiðsførleikan hjá tí, sum hoyrir illa, men eisini starvsfelagar, viðskiftafólk og alt arbeiðsplássið.

​Ókeypis tilboð til arbeiðspláss

Fyri at hjálpa arbeiðsplássum og gera tað lætt hjá starvsfólkum at taka fyrsta stigið, bjóðar Hoyrnin nú starvsfólkum ókeypis møguleika sjálvi at kanna sína hoyrn, tá tað passar teimum. Hetta tilboð kann vera við til at staðfesta møguligar trupulleikar í góðari tíð og fyribyrgja óneyðugar avleiðingar.

Kvikroynd á iPaddinum


Hoyriroyndin, ið tekur nakar fáar minuttir, verður gjørd á einum iPaddi við einum serligum forriti, sum gevur eitt eftirfarandi úrslit. Um kanningin vísir, at hoyrnin ikki er sum hon eigur, fær viðkomandi tilboð um eina nærri kanning og serkøna vegleiðing.

  • Vit koma við útgerðini og vegleiða um, hvussu hon skal brúkast

  • Útgerðin er til láns í nakrar dagar og kann t.d. liggja frammi í kaffistovuni, í móttøkuni ella í einum høli til endamálið

  • Allar kanningar verða skrásettar og starvsfólkini fáa beinleiðis boð um úrslit og møgulig tilboð um uppfylgjandi kanning og vegleiðing

 

Vit kunnu í hesum sambandi eisini halda eitt stutt upplegg fyri tykkum um hoyrn, fyribyrging, viðgerð o.t. Hetta kann eitt nú gerast á starvsfólkafundi ella øðrum tiltaki.

Jutta.jpg

Vilt tú vita meira?

Ynskir tú at bíleggja ókeypis Kvikroynd á tínum arbeiðsplássi?

Ring 321 731

ella send ein teldupost til jutta@hoyrnin.fo