Jón Hestoy er ein sera virkin maður, sum fæst við eina røð av spennandi uppgávum. Allastaðni er hann í sambandi við nógv fólk, tað veri seg sum stjóri í Føroyaprent ella í nevndararbeiði innan svimjiítróttina. Jón hevur brúkt hoyritól í 9 ár.

Jón Hestoy: Prentari og svimjari

Starv: Stjóri á Føroyaprent

Aldur: 60 ár

Hevur brúkt hoyritól í 9 ár
 

Skuldi havt valt toppmodellið beinanvegin


 

Hví valdi tú at fáa tær hoyritól?

Havi næstan altíð havt vánaliga hoyrn á vinstra oyra. Tá so høgra byrjaði at gerast veikari og eg hevði trupulleikar at hoyra, tá eg var saman við nógvum fólki, fekk eg mær hoyritól. Hetta man hava verið 5-10 ár aftaná, at eg fekk at vita frá oyra- nøs- hálslæknanum, at eg átti at fingið mær hoyritól.

 

Hvønn týdning hava hoyritólini havt fyri teg?

Størsti týdningurin er, at eg kann fylgja við, tá ið fólk tosa.

 

Var tað ein trupul avgerð at fáa tær hoyritól?

Nei, tá ið eg tók avgerðina at fara til Juttu, so hevði eg ongan iva. Havi sett hoyritólini í oyruni hvønn morgun, tá ið eg vakni og úr aftur, tá ið eg farið í song.

 

Hvussu reagera fólk, tá ið tey síggja, at tú brúkar hoyritól?

Tey eru áhugaði, eri altíð opin um tað, smæðist ikki um tað. Fleiri fólk eru komin til mín og hava sagt, at tey hava fingið sær hoyritól, eftir at eg fortaldi, hvussu væl tey riggaðu.

 

Hvat slag av hoyritólunum brúkar tú?

Eg brúki Phonak Audeo M90-R.

 

Hvat ert tú glaðast fyri við tínum verandi hoyritólum?

At tey hava alt og at battaríini halda til ein langan dag - og eina nátt, um tað skal vera. Í dag eri eg keddur av, at eg valdi eitt minni modell tvær tær fyrstu ferðirnar. Skuldi havt valt toppmodellið beinanvegin.

 

Hvørjar snildir møguleikar eru við tínum hoyritólum?

Bluetooth til at tosa í fartelefon beinleiðis gjøgnum hoyritólini og at hoyra sjónvarpið beinleiðis.

Royn hoyritól ókeypis í 14 dagar

Hjá Hoyrnini sleppur tú at royna nýggjastu hoyritólini ókeypis og óbindandi í 14 dagar. Soleiðis hevur tú møguleikan at uppliva munin og at velja tey røttu hoyritólini, ið hóska best til tín gerandisdag.

Samband

Lucas Debesar gøta 3

FO-100 Tórshavn
Tel: 321 731

hoyrnin@hoyrnin.fo

V-tal: 573507

Hoyrnin

Hoyr meira

Fá tíðindabrævið frá Hoyrnini

Fylg okkum

  • White Facebook Icon

©2020 Hoyrnin | Heimasíða frá savna.fo