Brúka røttu hoyriverndina

Tey fyrstu vandatekinini um varandi hoyribrek eru eitt nú tá ið tað kennist sum vatt er í oyrunum aftaná eina konsert, ella eitt lítið sindur uppgangandi tinnitus: ýling, sjóðan ella murritónar í oyrunum.


Smáar formstoyptar hoyriverndir gera tað lætt at fyribyrgja varandi hoyriskaða, tí tær, hóast støddina, kunnu dempa nóg mikið til at koma úr vandaleið. Hjá okkum kanst tú fáa formstoypta hoyrivernd frá Siemens og Phonak. Henda hoyrivernd er gjørd úr bleytum silikon eftir einum formi av oyrunum hjá tær. Úrslitið er, at hon situr perfekt, og tilfarið ger hoyriverndina sera reinførisgóða at brúka – bæði í frítíð og til arbeiðis. Tað er ein góð hjálp, um vit t.d. hava trupulleikar við óljóðsviðkvæmi ella vilja verja oyruni yvirhøvur.

Tónleikahoyrivernd

Tann formstoypta tónleikahoyriverndin hjá Siemens og Phonak dempar linjurætt um alt tað hoyrandi frekvensumráðið.


Tað vil siga, at tónleikur og sangur framvegis eru klár og týðulig – bara dempað við ER-filtrum upp á 9, 15 ella 25 dB. Tónleikurin hoyrist upp á sama máta – bara á lægri stigi. Og tá tú hevur vant teg við at brúka hoyriverndina, ber eisini til at tosa saman uttan at taka horyiverndina úr, tí hon dempar bara niður á talustig. Henda hoyrivernd kann saktans eisini brúkast í fleiri øðrum førum. Hon er optimal til at dempa óljóð og til at verja hoyrnina móti tinnitus og hoyriskaða. Hetta fevnir bæði um tónleik, konsertir og diskotek. Men tað fevnir eisini um larmandi umhvørvi, t.d. um tú arbeiðir í ídnaðinum ella á stovni, dámar at koyra motorsúkklu ella ert úti í náttúruni, har tað kann larma. 

Soviproppar

Soviproppar eru serligir oyraproppar hjá tær, ið hevur maka ið snorkar, býrt í larmandi umhvørvi ella svevur ymsar tíðir av samdøgrinum.

Sovipropparnir eru gjørdir úr behagiligum mjúkum tilfari og eru behagiligir at hava í oyrunum. Tú kanst, hóast tú brúkar sovipropparnar, framvegis hoyra vekjara, duraklokku og eldávaring.

 

Samband

Lucas Debesar gøta 3

FO-100 Tórshavn
Tel: 321 731

hoyrnin@hoyrnin.fo

V-tal: 573507

Hoyrnin

Hoyr meira

Fá tíðindabrævið frá Hoyrnini

Fylg okkum

  • White Facebook Icon

©2020 Hoyrnin | Heimasíða frá savna.fo