Hoyritól fyri hvørt oyra
Hjá Hoyrnini fært tú eitt breitt úrval av hoyritólum, sum hóska til ein og hvønn hoyrimiss. Vit umboða fyrsta floks hoyritól frá Phonak, Widex, Siemens, Signia og Oticon, sum eru fremstu framleiðarar av nútímans hoyritólum.
Hoyritól fáast í fýra ymiskum prísflokkum, alt eftir tøkniligum møguleikum, tínum tørvi í gerandisdegnum og hvussu stóran ella kompliseran hoyrimiss, bøtast skal fyri.






HOYR
Til tín, sum vanliga ikki ert saman við nógvum fólkum, men bara hevur hevur brúk fyri at hoyra eitt nú samrøður og sjónvarp.
Egið gjald úr:
125 kr/mð
Gjald fyri tvey hoyritól aftaná alment ískoyti íroknað tænastupakkan í 48 mánaðir.
HOYR væl
Til tín, sum hevur brúk fyri at hoyra væl saman við fáum fólkum, men sjáldan í størri samkomum við nógvum óljóði.
Egið gjald úr:
208 kr/mð
Gjald fyri tvey hoyritól aftaná alment ískoyti íroknað tænastupakkan í 48 mánaðir.
HOYR betur
Til tín, sum hevur brúk fyri at hoyra betur, har nógv fólk eru savnað og nógvur larmur er.
Egið gjald úr:
354 kr/mð
Gjald fyri tvey hoyritól aftaná alment ískoyti íroknað tænastupakkan í 48 mánaðir.
HOYR best
Til tín, sum hevur ein virknan gerandisdag við nógvum fólkum, fundum og skiftandi umhvørvi, og sum vilt njóta lívið til fulnar.
Egið gjald úr:
542 kr/mð
Gjald fyri tvey hoyritól aftaná alment ískoyti íroknað tænastupakkan í 48 mánaðir.