top of page

Hvat er Tinnitus?

Tinnitus er upplivingin av ljóð uttan einari ljóðkeldu.

Ljóðið kann vera ein reinur tóni, sús, murr o.l. og tað er ymiskt um ljóðið hoyrist allatíð ella um tað kemur og fer. Tinnitus er ikki vandamikið, men summi eru sera órógvað av tí.

Orsøkir

Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tinnitus, men tað ber ikki altíð til at vísa á nakra orsøk. Tó er týdningarmikið at vita, at tinnitus í sær sjálvum ikki er ein sjúka, men kann vera eitt sjúkueyðkenni.

Tinnitus kann t.d. stava frá:

  • Oyrnavoks

  • Sjúku ella vesku í millumoyranum

  • Óviðgjørdum hoyrimissi

  • Larmi við høgari ljóðstyrki, sum t.d. fýrverk, konsert, maskinur

  • Høgum blóðtrýsti

  • Strongd

  • Sálarligum trupulleikum, sum t.d. angist og tunglyndi

  • Spenningum í kjálkum, nakka og herum

  • Svøvntrupulleikum

Um ein er plágaður av tinnitus er tískil gott at venda sær til læknan, so at læknin kann staðfesta, um talan er um eina sjúku, ið krevur viðgerð.

Ofta hongur tinnitus tó saman við niðursettari hoyrn ella tí ein hevur verið fyri larmi við høgari ljóðstyrki. Hetta kemst av at hárkyknurnar í innara oyranum hava fingið óbøtiligan skaða.
Eitt ástøði, um hví man fær tinnitus í samband við niðursettari hoyrn, er, at heilin sjálvur framleiðir tey ljóð, ið ein ikki hoyrir. Hetta merkir, at um ein ikki hoyrir teir heilt høgu tónarnir, so framleiðir heilin sjálvur hesi ljóð í staðin.
Eitt annað ástøði er, at hesar skaddu hárkyknurnar í innara heilanum senda skeiv signal, sum tó vera uppfata sum týdningarmikil ljóð í heilanum, sí myndina niðanfyri.

Abstract Linear Background

Section Title

This is a Paragraph. Click on "Edit Text" or double click on the text box to start editing the content and make sure to add any relevant details or information that you want to share with your visitors.

Nervalagið

bottom of page