Alment ískoyti til hoyritól

Hjá Hoyrnini kanst tú brúka títt almenna ískoyti til keyp av hoyritólum. Hjá okkum er tað 100% upp til tín, um tú velur eina bíliga ella eina meiri framkomna loysn. 

 

Ískoytið er í løtuni 4.000 kr. fyri hvørt hoyritól, ella 8.000 kr. fyri parið.

Øll, sum eru eldri enn 18 ár og hava ein staðfestan hoyrimiss, hava rætt til ískoyti. Fyri at brúka almenna ískoytið til keyp av hoyritólum krevst ein ávísing frá oyrnalækna.

 

Vit hjálpa við umsóknini

Hoyrnin tekur sær av øllum viðvíkjandi tíni umsókn um alment ískoyti. 

Hevur tú hoyritól frammanundan, óansæð um tey eru keypt í almennari ella privatari hoyriklinikk, hevur tú rætt til nýtt ískoyti 4. hvørt ár.
 

Ávísing frá oyrnalækna

Fyri at gera tað lætt og smidligt fyri okkara kundar, hevur Hoyrnin avtalu við egnan óheftan oyrnalækna, sum regluliga er at hitta í Hoyrnini.

Arne Eike er serlækni í oyra-nasa-háls-sjúkum og oyrnalækni

Samband

Lucas Debesar gøta 3

FO-100 Tórshavn
Tel: 321 731

hoyrnin@hoyrnin.fo

V-tal: 573507

Hoyrnin

Hoyr meira

Fá tíðindabrævið frá Hoyrnini

Fylg okkum

  • White Facebook Icon

©2020 Hoyrnin | Heimasíða frá savna.fo