Vælkomin 

HOYRNIN er Føroya fyrsta einskilda hoyriklinikk.
Vit ynskja at bjóða føroyingum ein valmøguleika til ta almennu hoyriklinikkina.

Vit leggja dent á at fyribyrgja hoyriskaðum og at veita fólki við niðursettari hoyrn hjálp.

Vit veita persónliga ráðgeving og góða tænastu, og hjá okkum er góðskan í hásæti. 
Tað er sera umráðandi, at brúkarin kemur væl frá byrjan við at læra at brúka hoyritólið til fulnar.

Vit hava tætt samstarv við nógvar leiðandi fyritøkur í heiminum og verða javnan dagførd um nýggjastu tøknina.

Vit hava altíð stundir at lurta og ráðgeva um júst tín tørv og tíni ynski.

Støkk inn á gólvið ella bílegg tíð til eina samrøðu og eina óbindandi hoyriroynd 
á telefon 321731.



Jutta Helgadóttir eigur og rekur klinikkina.
Jutta er útbúgvin hoyrnaatstøðingur frá Hoyriklinikkini á Vejle Sjúkrahúsið í 2003.